Elisabet Vang, ið er IFBB bikini pro og hevur starvast sum fysiskur venjari á hægsta stigi innanfyri skandinaviskan fótbólt, kom á vitjan í Friskt lot at práta við David og Rannvør um styrkivenjing á einum íðkara støði.
Elisabet legði stóran dent á at venja nóg hart og á áhaldni at venja regluliga.
Fyrimunir og vansar við ymiskum venjingar uppdeilingum sum t.d. “upper, lower”, “full-body”, og “push, pull, legs” vóru eisini viðgjørd.
Vit spurdu eisini um granskingina, um hvussu nógv sets (umgangir) og reps (endurtøkur) eru best at gera fyri hvørt øvilsi og um hvussu ein veit, hvussu hart tað ber til at trýsta seg sjálvan uttan at gerast skaddur.
Ynskir tú at hoyra alla samrøðuna við Elisabet Vang, har hon gevur góð ráð um, hvussu tú kanst lyfta støði á tíni styrkivenjing, kanst tú hoyra hana her:
