Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnarbáturin hevur brúk fyri hjálp frá Klaksvíkingi

Jákup Ósá

Millum viðmerkjarar verður hesin møguleikin tó mettur at verða sera sera lítil.

Í morgin verður síðsti FM-róðurin í ár, tá ólavsøkuróðurin er á skránni. At vinna á ólavsøku verður eisini mett sum nakað serstakt, tá yvir 10.000 áskoðarar (í fjør var mett at verða 16.000 uppmøttir áskoðarar sambært fyriskiparum) hyggja umframt tey mongu, sum fylgja við í sjónvarpi.

KRF liggur til at vinna trý FM. Okkurt skal ganga heilt galið, um ikki Fípan Fagra við kvinnum, Fípan Fagra við U18 dreingjum og Tekla í barnaróðri gentum ikki vinna FM 2026.

Havnarbáturin má fáa hjálp frá Klaksvíkingi

Í 10-mannafarsróðrinum, sum er róðurin við nógv størsta fólksliga áhuganum, er næstan alt avgjørt eftir, at Ormurin Langi seinast vann sín fjórða róður í ár. Men tað er ikki avgjørt, tí vinnur Havnarbáturin og Klaksvíkingur endar frammanfyri Ormin Langa, so vinnur Havnarbáturin FM. Klaksvíkingur hevur endað nr. 3 allar róðrarnar í ár, og síðstu róðrarnar hevur Klaksvíkingur ikki verið kappingarførur, har millum fimm og átta sekund hava verið fram til vinnaran. Viðmerkjarar í ymisku kappróðrarsendingunum hjá Norðlýsinum, KVF og FM1 hava eisini mett undan ólavsøkuni, at møguleikin fyri, at Klaksvíkingur knappliga fer at enda frammanfyri Ormin Langa er sera sera lítil. Á Klaksvíkingi hava næstan allir roynt at vunnið ólavsøkuróður hjá 10-mannaførum fyrr, men søgan hjálpir neyvan nógv hesaferð, tá hugt verður eftir, hvussu langt aftanfyri Klaksvíkingur hevur verið síðstu stevnurnar. Men skuldi tað hent, at Klaksvíkingur vinnur, so vinnur Havnarbáturin einki FM, tí Ormurin Langi er tvey stig frammanfyri undan ólavsøkuni.

Í fótbólti hava vit havt eina líknandi støðu millum Klaksvík og Havnina. Í 2006 spældi oddaliðið EB/Streymur á heimavølli móti KÍ í síðsta umfarinum, har HB hevði brúk fyri, at KÍ skuldi vinna fyri at HB skuldi vinna FM. Hetta var millum viðmerkjarar mett sum sera lítið sannlíkt, men tað hendi. KÍ vann 1-0, og HB vann FM. Tá bleiv tað KÍ, sum á síðsta leikdegi púra óvæntað bjargaði HB FM. Nú er spurningurin, um Klaksvíkingur púra óvæntað fer at bjarga Havnarbátinum FM.

Á ólavsøku er raðfylgjan sum hon burdi verið allar stevnurnar. 10-mannaførini rógva síðst og tey rógva kl. 17.50.