Í samrøðuni við løgmann í sambandi við ólavsøkurøðuna var spurningurin um tjóðarsemjuna, sum minst fimm, helst seks, av sjey flokkum hava sagt seg taka undir við. Síðani er formaðurin í Sambandsflokkinum, tí einasta flokkinum, sum ikki tekur undir við tjóðarsemjuni, settur til uttanríkisráðharra. Norðlýsið spurdi tí løgmann um status.
Í samgonguskjalinum stendur, at Føroyar ynskja fleiri uttanríkispolitiskar heimildir, og tað tykist vera eitt kompromis millum tjóðarsemjuna og Nýtt Samband hjá Sambandsflokkinum. Síðani hesi vórðu sett á skrá, eru komnar 2 sera ólíkar avkláringar: §6-nevndin hevur staðfest, at Føroyar í verandi støðu longu hava rætt til at gerast sjálvstøðugur limur í WHO (World Health Organization), meðan IOC, altjóða olympiska komitéin, sigur, at tað kemur ikki upp á tal at geva Føroyum ella Grønlandi sjálvstøðugan limaskap.
– ”Vit vilja sjálvi umboða Føroyar í teimum felagsskapum, vit hava ynski um at fáa limaskap í. IOC fyllir nógv hjá fólki, men har eru eisini aðrir felagsskapir sum NEAFC og NAFO, har vit ikki fáa umboðað okkum sjálvi, og tað er óheppið […] Vit vilja fáa staðfest, at vit hava sjálvsavgerðarrætt, og har hevur tað undrað meg eitt sindur, at í danska stjórnargrundarlagnum stendur, at grønlendska fólkið skal hava sjálvsavgerðarrætt at avgera sína framtíð, meðan í føroyska partinum stendur ikki ein samsvarandi setningur, hóast brotini um Grønland og Føroyar í aðrar mátar eru lík”, sigur løgmaður.
Løgmaður sær ikki nakað galið í tí, at tað eru ítróttur og vinnulív, sum dríva sjálvstýrisrørsluna í dag:
– ”Bæði tá tað kemur til vinnu og ítrótt, so hava vit vinnulív og ítróttarfólk í heimsflokki, og tey renna seg í nakrar múrar, bæði tá tað kemur til handilsavtalur og til tað ítróttarliga við at umboða Merkið”, sigur hann.
Leggjast kann afturat, at í danska stjórnargrundarlagnum, sum løgmaður vísir til, stendur, at Danmark stuðlar ynskjunum hjá Føroyum um limaskap í bæði handilsfelagsskapum og ítróttarfelagsskapum. Løgmaður vil hava, at hetta ikki bert eru orð, men at danir eru til reiðar at bakka tað upp við gerðum eisini.
