Regin berg, samfelagsfrøðingur og fyrrverandi lærari á Glasi, og Eyðbjartur Sólhey Skaalum, skrivari hjá Føroya Lærarafelag, vóru við í Friskt lot og greiddu frá avbjóðingunum og møguleikanum, ið vitlíki hevur við sær innan skúlaøki.
Dentur bleiv lagdur á at tað ikki ber til at banna vitlíki, men at tað heldur er neyðugt at tillaga hvussu tað verður nýtt og at lata lærarir nóg væl í, til at kunna nýta tað sum eitt amboð í undirvísingini.
Vilt tú at hoyra alla samrøðuna við Regin Berg og Eyðbjart Sólheyg Skaalum, kanst tú lurta her.
