Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her fáast armbond til Summar Festivalin

Jóhann Lützen

Nú verða armbond koyrd uppá hjá fólki, sum skulu á Summar Festival um vikuskiftið.

Atgongumerki til Summar Festivalin skulu býtast um við persónligt armband, sum verður koyrt upp á armin á fólki.

Upp undir festivalin ber til at fáa armbond uppá í Klaksvík, Leirvík og í Havn, og undir sjálvum festivalinum ber sjálvsagt eisini til at fáa armband uppá við inngongdina.

Mælt verður til, at fólk fáa sær armband uppá í góðari tíð, tí nógv fólk skulu á festival, og køir kunnu koma við inngongdina.

Frá týsdegnum 4. august ber til at fáa armbond til Summar Festivalin uppá á hesum støðum:


Telebúðin í Klaksvík:

Týsdagin 4/8 kl. 10-17:30
Mikudagin 5/8 kl. 10-17:30
Hósdagin 6/8 kl. 10-17:30
Fríggjadagin 7/8 kl. 10-18

Effo-støðin í Leirvík:
Týsdagin 4/8 kl. 14-18
Mikudagur 5/8 kl. 12-20
Hósdagur 6/8 kl. 12-20

Torgið í SMS í Havn:
Týsdagin 4/8 kl. 14-18
Mikudagin 5/8 kl. 14-18
Hósdagin 6/8 kl. 14-18