Í kvøld verður gamli klassikarin á skránni í Klaksvík, har nógv stendur uppá spæl hjá báðum liðum.
KÍ skal helst vinna dystin fyri at varðveita oddasessin, meðan HB við sigri bara verður fýra stig aftanfyri KÍ.
Hjá KÍ eru Sebastian John, Odmar Færø, Jákup Biskopstø og Patrik Johannesen skaddir, meðan Hallur Hansson hevur leikbann. Hampus Nasstrøm er sum ætlað langt frammanundan ikki longur partur av KÍ-hópinum. René S. Joensen er neyvan karur at byrja inni og so er helst ivamál, um onkran av teimum, sum spældi í Póllandi hóskvøldið. KÍ hevur dyst aftur hóskvøldið, so Magnus Powell hevur stórar avgerðir at taka, tá hann setir liðið.
Hjá HB hevur Dan í Soylu leikbann, meðan Bartal Wardum er skaddur.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 18.30. Dómari verður Leivur Zachariassen.
