Í Alda Spa er møguleiki at njóta ymiskar viðgerðir, bæði til andlit, kropp og føtur, umframt eitt úrval av øðrum útvaldum vakurleikaviðgerðum. Í vælveruøkinum er dampbað, finsk sauna og fótabað. Eisini er ein hugnalig lounge at njóta friðin í.
Opið er sunnudag til hósdag frá kl. 08.00 til 21.00 og fríggjadag og leygardag frá kl. 08.00 til 22.00.
Seinni í heyst verður uttandura økið eisini latið upp. Har verður ein stór sauna við plássi fyri umleið 40 fólkum, ein heitur hylur við møguleika at fara beinleiðis í havið.
Havið er ein natúrligur partur av Aldu.
Samspælið millum hitarúmini, heita hylin og kalda sjógvin verður ein týðandi partur av upplivingini í nýggja vælveruøkinum.
Vit veita alt tær tørvar undir vitjanini:
- Svimjiklæðir: svimjidrakt, bikini ella svimjibuksur
- Baðikápu
- Inniskógvar
- Handklæði











