Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Edmund & Mikkjal og OttarSkottar á Norð Festivalinum

Jóhann Lützen

Leygardagin 29. august verður aftur lagt upp til eitt brak av einum festivalkvøldi á Viðareiði, tá Edmund Jacobsen og Mikkjal Hvannastein fara á pall á Norð Festivalinum, og seinni verður dansigólvið á Hotel Norð latið í hendurnar á OttarSkottar.

Edmund Jacobsen, sum mong kenna úr Chase, og Mikkjal Hvannastein hava báðir drúgvar royndir á føroyska tónleikapallinum. Saman fara teir at borðreiða við einum hópi av góðum og vælkendum løgum, og lagt verður upp til eina lívliga framførslu, har áhoyrararnir sleppa at syngja og hugna sær við.

Tá klokkan nærkast midnátt, byrjar dansur á Hotel Norð, har DJ OttarSkottar fer handan mixipultin.

OttarSkottar er væl kendur frá óteljandi góðum dansikvøldum gjøgnum árini, og á Norð Festivalinum fer hann at spæla eitt breitt úrval av hittum. Tónleikurin røkkur frá teimum stóru klassikarunum úr 60’unum og heilt fram til hittini frá 00’unum.

Tað verður sostatt tónleikur fyri fleiri ættarlið og lagt upp til eitt ordans dansikvøld norðast í Føroyum.

Edmund & Mikkjal og OttarSkottar kunnu upplivast á Norð Festivalinum á Viðareiði leygardagin 29. august.