Nógv bendur á, at eingir trupulleikar verða við flogferðsluni í dag.
Tað er klárari í Vága Floghavn í morgun og allir flúgvarar eru lendir í morgun eftir ætlanini.
Lech Poznan-hópurin fór á flog úr Poznan beint yvir klokkan níggju. Ferðin væntast at taka áleið tríggjar tímar, so um 11-tíðina lendur hópurin, um tað gongst sum ætlað.
Dysturin verður leiktur á Tórsvølli kl. 18.30. Bláa Bylgjan skipar fyri bussferð til dystin.
