Í dag hevur blaðstjórin verið á vitjan á HF í Klaksvík, har hann hevur greitt frá, hvussu tað er at reka Norðlýsið, hvat kann fáa lesaratøl upp og hvat kann fáa tey niður. Næmingarnir vóru sera áhugaði í at hoyra, hvussu tað er at reka ein tíðindamiðil, og fleiri komu eisini við góðum uppskotum.
Nógv ymiskt varð umrøtt á degnum, men tað var serliga eitt evni, ið fangaði áhugan hjá næmingunum.
“Kvinnur eru besverligar”
Átta fólk eru starvsett hjá Norðlýsinum, men út av hesum átta, er bert ein kvinna. Tá blaðstjórin greiddi frá hvørji eru í starvi, var hann harmur um, at bert ein kvinna var starvsett hjá Norðlýsinum. Næmingarnir spurdu blaðstjóran, hví tað eru so fáar kvinnur starvssettar í Norðlýsinum og um miðilin aktivt søkir eftir at fáa fleiri kvinnur í starv. “Ja, men kvinnur eru besverligar.”, svaraði hann skemtandi ;). Jóhann Lútzen helt, at ein av orsøkunum til, at tað var truplari at fáa kvinnur í starv, kundi koma av, at kvinnur eru meiri sjálvkritiskar. Kvinnuligu næminganir á HF tóku undir hesum og løgdu avtrat, at “Mental load” eisini kundi verið ein týðandi orsøk.
Næmingar á HF vóna, at Norðlýsið fær fleiri kvinnulig umboð, hetta so, at tað verður víðka um evnismargfeldni. Tað letur til, at blaðstjórin eisini tekur undir við hesum.



