Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fiskivinnutingið verður á KG

Jóhann Lützen

Skráin til sjómannadagarnar byrjar mánadagin 17. august tá Fiskivinnutingið verður á KG kl. 20.00

Føroyskur botnfiskiskapur er í einari spennandi men avbjóðandi støðu. Betri marknaðarprísir, sterkari fiskastovnar á summum økjum og stórar íløgur í nýggj skip geva nýggjar møguleikar. Men hvat krevst fyri at skapa størri virði á ein burðardyggan hátt – eisini um 10 og 20 ár?

Hetta er høvuðsevnið, sum Fiskivinnutingið 2026 fer at royna at fáa nøkur svar upp á. Lagt verður út við eini framløgu hjá Eydnu í Homrum, deildarleiðara á Havstovuni, sum fer at greiða frá sjónarmiðunum hjá vísindaligu ráðgevingini. Síðani verður ein samrøða við Hanus Hansen, reiðara, um aktuellu støðuna hjá botnfiskiskapinum í føroyskum økið og útlitunum til eina veruliga endurnýggjan av flotanum.

Fiskivinnutingið endar við eini samrøðu við Bárður á Steig Nielsen, fiskimálaráðharra, um aktuellu støðuna hjá botnfiskastovnunum, sjálvari fiskidagaskipanini og politisku kørmunum hjá botnfiskavinnuni næstu árini.

Fiskivinnutingið 2026 byrjar stundisliga á KG mánakvøldið klokkan 20:00. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Norðlýsiði stroymir beinleiðis frá Fiskivinnutinginum.

Skráin til sjómannadaign kann lesast her.