Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ spælir á Argjum mánakvøldið

Jákup Ósá

Fortreytirnar til dystin hjá KÍ móti Riga FC versna munandi, har tað nú bara eru tríggir dagar ímillum.

Eftir dystin í gjárkvøldið bleiv tað endaliga avgjørt av FSF, at AB-KÍ skal spælast mánakvøldið kl. 18.30, hóast einki stendur í reglugerðini, tá altjóða dystir eru fríggjadag. Altjóða dystir eru vanliga millum týsdag og hósdag, so hetta var ein heilt óvanlig støða. Men reglarnir leggja upp til at hava hvíld tríggjar ella fýra dagar millum dystir og førir man reglarnir yvir á, at mann spælir tríggjar dagar eftir ein heimadyst í altjóða kapping, so eru tað tríggir dagar frá hósdegnum til mánadag. Hevði dysturin í gjár verið á útivølli, tá liðið hevur rætt til fýra hvíludagar, so hevði AB-dysturin verið útsettur sambært reglunum, tí tá hevði hann ikki fingið ligið millum dystin í gjár og komandi hósdag, tá KÍ møtir Riga FC.

FSF er næstan einasta land í Evropa av teimum, sum luttaka minst tvey undanumfør, sum hevur ófrávíkiligar reglar, ið ein meiriluti av feløgunum hava tikið undir við, sum gera, at liðini skulu spæla allar landskappingardystirnar eftir skránni, meðan undankappingin frá 1. umfari til røkkstøkk koyrir. Tí er ikki nógv at fara eftir har hjá KÍ nú, tá KÍ stendur í støðuni við níggju dystum í august.

KÍ skal hóskvøldið spæla røkkstøkkdyst móti Riga FC, sum er meistari í Lettlandi og sum saman við RFS hevur fingið góð úrslit í altjóða fótbólti seinnu árini. Riga FC fekk fyrr í summar ein dyst útsettan millum altjóða dystir og hetta vikuskiftið er steypakapping, har Riga FC hevur heimadyst móti Metta, sum spælir í næstbestu deildini.