Tað var sannførandi spæl frá KÍ, hóast Víkingur vísti góðar taktir til tíðir í dystinum. Eitt mál varð skorað í hvørjum hálvleiki, og nú HB setti stig til móti Skála – sum KÍ vann 6-1 móti seinasta vikuskifti – er bert 1 stig millum ovastu liðini.
Víkingur hevur klárað seg gott í ár, og nú ovara endaspælið er farið í gongd, hevur spenningurin fyrst og fremst verið um HB, KÍ og Víking. HB spældi farna vikuskiftið móti Víkingi, og tá vann HB 1-0.
Í dag spældi KÍ sannførandi. Skjótt spæl, trygt verjuspæl og gott samanspæl har KÍ-kvinnurnar til tíðir funnu hvørja aðra sera væl.
Fleiri ferðir breyt Tórunn seg ígjøgnum í vinstra borði, og royndi at leggja inn fyri. Nakrar ferðir eyndaðist tað ikki til fulnar, men í 29 minutti kom Tórunn til baklinjuna og við einum cut-back sendi hon bóltin inn í felti, har Maria Vinjardsdóttir Johansen við nógvari ferð smekkaði bóltin í málið. Eitt sera væl uppspælt mál og sera væl avsluttað av Mariu.
Tað lá í luftini, at fleiri mál fóru at koma í fyrra hálvleiki, men manglandi neyvleiki og gott málmansspæl frá Rannvu við Streym, gjørdi at bólturin ikki fór inn.
KÍ byrjaði seinna hálvleik við somu orku, og byrjaði beinanvegin at leggja trýst á.
Millum annað hevði Heidi Sevdal ein skallara, ið málverjin hjá Víkingi bjargaði meistarliga.
Í 79 minutti var tað aftur Durita Hummeland í skoraði. Durita hevur verið flúgvandi seinastu dystirnar, har hon hevur skorað 7 mál í tveimum dystum. Í dag skoraði hon aftur, eftir at Heidi Sevdal hevði vunnið bóltin í høgru og lagt hann væl inn stutt frá málinum, har Durita bert skuldi seta fótin á, og skora til 2-0 til KÍ. Sostatt hevur Durita nú skorað 8 mál í teimum seinastu 3 dystunum.
Fleiri mál kundu verið skoraði í dag. Heidi, Sólja, Durita og Eyðvør høvdu royndir, ið kundu givið mál.
HB fekk bert javnleik á Skála
Seinasta vikuskiftið vann KÍ 6-1 á Skála. Tí vóru tað ikki nógv, í væntaðu at Skála skuldi gera nakað við HB í dag.
Men Skála vístu, at tær ætla sær stig í ovarabólki. Hóast HB hevði 8 stórar møguleikar og Skála bert 2, so endaði dysturin við einum 0-0 janvleiki.
Sostatt er munurin í oddinum tødnaður niður til 1 stig millum HB og KÍ.
Toppdystur verður í Gundadali 28. august tá ið KÍ og HB møtast.