Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: AB-KÍ

Jákup Ósá

KÍ spælir týdningarmiklan dyst á Argjum í kvøld.

KÍ liggur undan dystinum seks stig aftanfyri NSÍ, sum er mótstøðulið hjá KÍ sunnudagin. Hjá KÍ hevur Hallur Hansson leikbann, meðan Jákup Biskopstø, Sebastian John og Patrik Johannesen eru skaddir. Ivamál er um Odmar Færø, sum er byrjaður at venja aftur og hevur fingið masku at spæla við.

Tá liðini fyrr í ár spældu á Argjum endaði tað 1-1, har KÍ javnaði í síðstu sekundunum.

Dysturin á Argjum byrjar kl. 18.30. Dómari verður Heini Z. R. Viðoy.