Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fiskivinnuting verður á KG í kvøld

Jóhann Lützen

Klokkan 20.00 í kvøld savnast vísundin, vinnan og politiski viljin um botnfiskiskapin kring Føroyar á KG hotel.

Meira virði úr føroyska botnfiskiskapinum — hvat krevur tað?

Botnfiskiskapurin er í einari spennandi men avbjóðandi støðu. Betri marknaðarprísir, sterkari fiskastovnar og stórar íløgur í nýggj skip geva nýggjar møguleikar.

Lagt verður út við framløgu hjá Eydnu í Homrum, deildarleiðara á Havstovuni, um sjónarmiðini hjá vísindaligu ráðgevingini.

Síðani hevur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur samrøðu við Hanus Hansen, reiðara, um aktuellu støðuna og útlitini til eina veruliga endurnýggjan av flotanum.

Tingið endar við at Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum hevur samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, fiskimálaráðharra, um botnfiskastovnarnar, fiskidagaskipanina og politisku kørmini næstu árini.

Byrjar stundisliga kl. 20:00 á KG Hotel.

Øll hjartaliga vælkomin!

Norðlýsið stroymir beinleiðis frá fiskivinnutinginum á heimasíðuni nordlysid.fo.

Sí skránna fyri Føroya Sjómannadag her.