Nema
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kappsigling í Klaksvík á Sjómannadegnum

Jóhann Lützen

Í nógv ár skipaði Lions Club Eysturoy fyri vælumtóktu kappsiglingum við føroyskum bátum við segli. Kappingarnar savnaðu nógvar luttakarar og áskoðarar, og vóru ein fastur og spennandi partur av siglingini í gjøgnum summari

Nú er ætlanin at taka hesa siðvenju upp aftur. Lions Club Eysturoy/Klaksvík skipar tí í samstarvi við Sjómannadagin fyri kappsigling í Klaksvík leygardagin 22. august.

Í ár verður kappast millum 4-, 5- og 6-mannafør við segli. Siglt verður av Pollinum og inn á Klaksvík, og starturin verður klokkan 12.00. Talan verður um leysan start, og heiðursmerki verða latin bátunum, sum koma á fyrsta, annað og triðja pláss.

Bátarnir verða flotaðir við kappróðrarnestið.

Hetta verður samstundis byrjanin til eina størri kappingarrøð. Ætlanin er at skipa fyri fleiri kappsiglingum komandi ár, soleiðis at ein føroyskur meistari í sigling við føroyskum bátum kann finnast á Sjómannadegnum í 2027.

Tilmelding

Tilmelding fer fram umvegis hetta skjalið: Tilmelding

Eisini ber til at melda til við at ringja til:

Jens Mortan Rasmussen

Telefonnr. : 505707

Vit vóna at síggja nógv før og manningar til ein spennandi og hugnaligan dag á sjónum.

Kort sæst niðanfyri

Nema