Runt umkring ymiskar staðir verða annarleiðis og spennandi Street-Art liskavekt gjørd undir felagsheitinum, We Need Art.
Tað er hollendarin við listanavninum, JanIsDeMan, sum eftir stuttari tíð hevur gjørt eitt rættiliga hugvekjandi, stórt og vakurt listaverk – Ein bóghvítuhval, uppá stóra suðurveggin á Soli Deo Gloria.
Klaksvíkar Býráð, Norðoya Listafelag og ymiskir aðrir stuðlar hava verið við í hesi áhugaverdu verkætlan.
Onkrir aðrir veggir hava eisini verið uppá tal, men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Hetta er eitt verk til prýðis fyri húsið og býin annars.


