Chihiro Sato úr Tokyo og Paulina, sum býr á Syðradali hava havt somu broderilærinnu á Skals Håndarbejdsskole, Jytte Kudahl, sum ynskti, at hesar báðar komu at kennast, tí tær høvdu felags áhugamál – brodering.
Nú er hon so komin til Føroya, og Í dag var Chihiro Sato og vitjaði á Føroya handarbeiðsskúla í Klaksvík, ímeðan Paulina undirvísti kvinnum í bodering. Tær tóku ein støðg, og so fekk Chihiro høvi at hava ein lítlan fyrilestur um, hvussu hon sum ung genta fekk áhuga fyri handarbeiði og eisini norðurlondum ígjøgnum bøkurnar hjá Astrid Lindgren. Hon byrjaði at senda pakkar við lutum, sum hon hevði virkað, til Astrid Lindgren og fekk javnan brøv aftur frá Lindgren. Og tær hittust eisini einaferð í Svøríki.
Chihiro fór á handarbeiðsskúka í Skals í DK, og har hevði hon sum sagt somu lærinnu, sum Paulina hevði havt. Tí kom hon nú til Føroya fyri at vitja Paulinu. Í framløguni vísti hon eisini fleiri myndir, við ymiskum sum hennara næmingar hava virkað.
Alt í alt ein sera áhugaverd løta.
