Skráin fyri Føroya Sjómannadag heldur fram í kvøld, tá blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, tosar við 83 ára gamla Jóan Petur Klein um eitt langt og fjølbroytt lív á sjónum.
Jóan Petur fór fyrstu ferð til skips við sluppuni Fimm Systrum í 1958 og sigldi seinni við Polarstjørnuni, Norðingi og Pison, áðrenn hann fór í land í 1988.
Eisini verður hugt aftur á barna- og ungdómsárini í Hattarvík.
Samrøðan verður í sjósalinum á KG í kvøld kl. 20.00.
Øll eru vælkomin.
