Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 heldur Petur á Roykheyggi fram við gjøgnumgongdini av Jákupsbrævinum – hesaferð frá kap. 4:11 til 5:06.
Hetta verður næst seinasta møtið í hesi røðini, har Petur á Roykheyggi gongur ígjøgnum Jákupsbrævið vers fyri vers.
Petur á Roykheyggi er 36 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fimm børn.
Fyri nøkrum árum síðan tóku tey bæði avgerð um, at Petur skuldi fara út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan eitt nú fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.
Hjartaliga vælkomin 🙂