Fiskivinnutingið á Sjómannadøgunum er nærum vorðin ein ”institutión” innanvert føroyskan fiskivinnupolitikk, og mangan hevur kjakið verið heitt.Tað mest løtubæra stríðseplið er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tikið avgerð um at lata útróðrarflotanum í bólki 5B sjey hundrað og fimmti fiskidagar afturat í ár, og varð tað sjálvsagt eisini tikið upp á fiskivinnutinginum í ár.
Nýggja hotellið við Sandin var karmurin, og konceptið hesaferð var ikki pallborð sum onkuntíð áður, men heldur varð Fiskivinnutingið skipað við fyrst eini framløgu frá Havstovuni og so tvey sofaprát millum fyrst búskaparfrøðing og reiðara og síðani blaðstjóra og politikara. Sum siður var, var opin mikrofon millum eftir skráløgdu tættirnar á skránni, og har nýttu bæði fiskimenn, politikarar, valevni og pensjónistar høvi at taka mikrofonina. Serliga aftaná samrøðuna við landsstýrismannin í fiskivinnumálum vóru nógvir spurningar.
Eydna í Homrum, deildarleiðari á Havstovuni, legði fyri. Hon hevði eina framløgu um stovnsmetingar, har hon kom inn á, hvussu fiskastovnar vaksa og minka. Fiskidagarnir eru rættiliga nógv minkaðir, síðani Umsitingarætlanin varð sett í verk í 2021, ímillum 5% og 20% um árið. Eydna í Homrum helt, at vit eiga at laga fiskiskapin til stovnsstøddina og ikki at fiska fisk, ið er undir gýtingarstødd. Í framløguni varð nevnt, at áðrenn 2000 var fiskiskapurin vanliga omanfyri 20.000 tons, tá tað kemur til tosk á landgrunninum, meðan hann hevur ligið millum 5.000 og 10.000 tons seinnu árini; tilgongdin hevur sostatt verið vánalig í eini 20 ár. Hýsan er hinvegin munandi betur fyri.
Stóra avbjóðingin var sambært Eydnu í Homrum, at toskastovnurin enn er illa fyri, og at fiskidagaskipanin ikki ger tað so lætt at stýra fiskiskapinum yvirímóti teimum fiskasløgum, ið ynskiligt er at fiska meira av.
Síðani var steðgur, har kunnað varð um, at KÍ júst hevur vunnið 3-4 á Argjum, og við einum lyfti um at binda frið hóskvøldið, tá KÍ aftur spælir. Næsta punkt á skránni var ein samrøða millum Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, og Hanus Hansen, reiðara í JFK.
JFK vil hava kvotur heldur enn fiskidagar
Johnny kritaði fyrst vøllin upp, og spurdi so Hanus um hansara hugsan. Hanus segði, at línubátarnir hjá sær vórðu lagdir upp á strípu, og at hann ikki helt ikki, at tað var rætt at leska einum ávísum bólki sømdir og øðrum ikki. Eitt kritikkpunkt var, at ein fiskidagur telur sum ein fiskidagur, óansæð um man fiskar fleiri tons ella nøkur fá hundrað kilo. Annars helt Hanus, at fiskidagaskipanin í aðrar mátar hevur virkað, men at tíðin er komin til at fara yvir til eina kvotaskipan.
Tað er annars natúrligt, at dagarnir hjá Bólki 5B er uppi, helt Hanus Hansen fyri, tí allir vilja fegnir fiska, tá veðrið er gott og nógvur fiskur er at fáa, men at trupulleikin er, at nøgdirnar onki hava at siga. Hann heldur eisini, at rímilig útlit eru fyri, at ICES fer at kolldøma umsitingarætlanina, og spurningurin er so, hvat tað hevur at siga fyri MSC-góðkenningina. Annars helt Hanus Hansen, at størsti trupulleikin er, at fiskidagaskipanin ger, at ein ikki fiskar tað, sum hann vil fiska, og fiskar tað, hann ikki vil fiska. Her var hann nøkulunda samdur við deildarleiðaran á Havstovuni.
Reiðarin helt eisini, at MSC-góðkenningin hevur størri týdning, men fleiri aðrir vilja vera við, tí teir best lønandi marknaðirnir krevja MSC.

Fiskimálaráðharrin lovar tryggar(i) karmar
At enda var ein samrøða millum undirritaða blaðstjóra og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Bárð á Steig Nielsen. Fiskimálaráðharrin hevur sent áheitan til ICES um at endurskoða umsitingarætlanina.
Fiskimálaráðharrin varð fyrst spurdur um at taka støðu til, um hann og hansara samgonga áttu at rullað eitt nú antitrustmørkini aftur. Landsstýrismaðurin svaraði, at tey longu hava sett gildistíðina til 10 ár, og at tað longu hevur skapt stórt bjartskygni í flotanum við nýbygningum og hægri avreiðingarvirði fyri botnfiskaflotan. Hann helt tí, at botnfiskavinnan í verandi løtu var væl fyri, men lovaði, at samgongan fer at gera broytingar framyvir, ið skulu tryggja karmarnar.
Landsstýrismaðurin segði eisini, at hann er tilhangari av fiskidagaskipanini heldur enn eini kvotaskipan, hóast tað eru fyrimunir og vansar við báðum skipanum. Hann skilti ikki reiðiliga, hví fleiri ikki fóru eftir hýsuni, heldur enn toski, tí hon hevði góðan prís. Síðani addresseraði hann MSC-problematikkin, sum hevur verið uppi at vent fleiri ferðir seinastu vikurnar, og hann segði seg væl skilja, at áneyðir eru á støðum at selja fiskin.
Ein reyður tráður í tí, sum Bárður á Steig Nielsen segði, var, at hann eftirlýsti, at skipini fiskaðu onnur fiskasløg enn toskin í nóg stóran mun. Men har var varin við at vilja regulera meira, tí hann gekk inn fyri, at vinnan sjálv skal skipa og effektivisera seg sjálva betur. Hann væntar heldur ikki, at har er nøkur undirtøka í politisku skipanini fyri eini kvotaskipan, og lovar at venda aftur við, hvat framyvir skal gerast við bólk 5B, í heyst.
Eitt stak væleydnað Fiskivinnuting 2026 var komið at enda, men tað markeraði samstundis, at Føroya Sjómannadagur 2026 er skotin í gongd!
Niðanfyri eru myndir frá Fiskivinnutinginum.

































