Nema
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kunnu kvinnurnar koma til HM 2031?

Jóan Pauli Jacobsen

HM 2026 hjá monnum hevur júst verið í USA, Canada og Mexico. Í 2031 eita vertstjóðirnar hjá kvinnum USA, Mexico, Jamaica og Costa Rica.

Føroyar liggja beint nú nummar 103 av 204 kvinnulandsliðum sambært styrkilistanum hjá FIFA. Heili 48 lond sleppa til kvinnu-HM í 2031, harav Europa fær tillutað 20 pláss og hevur møguleika at ogna sær upp til trý pláss afturat gjøgnum frásáldingardystir. Europa kann sostatt leggja hald á 23 pláss av 48 møguligum.

Føroyska kvinnulandsliðið lá fyri kortum á 110 plássi á FIFA styrkilistanum, men tveir sigrar ímóti Georgia hava flutt Føroyar sjey pláss uppeftir seinastu tíðina.

Føroyar liggja í løtuni nummar 42 av teimum 55 limalondunum í UEFA og kappast við lond sum Eysturríki, Estland, Kasakstan og Lettland á styrkilistanum.

Í juni 2009 lógu Føroyar á 60. plássi á FIFA styrkilistanum, sum hægsta pláss kvinnurnar hava rokkið. Tær hava sostatt ligið tætt við og leggja tær so eyka orku í, so er ikki ógjørligt at røkka søguliga úrslitinum.

Føroyar sveiggja í løtuni millum League C (tann lægsta bólkin) og at stríðast fyri at flyta upp í League B. Málið eigur at vera ikki bara at flyta upp, men at gerast eitt fast League B-lið. Um Føroyar flyta upp í League B, so er man millum 32 tey bestu landsliðini í Europa.

Nema