Fiskivinnuting verður hildið á KG Hotel í kvøld kl. 20.00
Lagt verður út við framløgu hjá Eydnu í Homrum, deildarleiðara á Havstovuni, um sjónarmiðini hjá vísindaligu ráðgevingini.
Síðani hevur Johnny í Grótinum samrøðu við Hanus Hansen, reiðara, um aktuellu støðuna og útlitini til eina veruliga endurnýggjan av flotanum.
Tingið endar við samrøðu, sum Jóhann Lützen blaðstjóri hevur við Bárð á Steig Nielsen, fiskimálaráðharra, um botnfiskastovnarnar, fiskidagaskipanina og politisku karmarnar næstu árini.
Byrjar stundisliga kl. 20:00 á KG Hotel.
Øll hjartaliga vælkomin!
Til ber at síggja fiskivinnutingið beinleiðis niðanfyri, við at trýsta á play knøttin.
