Vit vitjaðu fyrrapartin niðri á økinum har Sjómannadagarnir verða hildnir leygardagin. Tað er nógvur aktivitetur og eisini við Fisk og Chips búðina hjá JFK. Vit fóru at frætta og har hittu vit Jógvan Hansen, sølu- og rakstrarstjóra hjá JFK, sum var greiddi okkum væl frá fyrireikingunum.
Vit ynskja at fólk ikki skulu standa so leingi í kø og tí hava vit økt um okkara framleiðsluføri, har vit enn einaferð hava økt um talið av frityrum, og vit vilja gjarna serverað fleiri portióninir enn vit gjørdu í fjør, sigur Jógvan Hansen.
Í ár hava vit enn fleiri kokkar úr Onglandi, í ár verða teir fýra – Gavin Lewis, Daniel Danz, Telmo Martins Cerveira og James Ellams. Sigast kann at James vannYoung Fishfrier Award í Onglandi í fjør, upplýsir Jógvan.
Í fjør varð mett at vit serveraðu umleið 7.500 portiónir og vit vóna at økja um tað talið í ár, sigur Jógvan Hansen við Norðlýsið at enda.
