Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: KÍ misti sigurin síðstu løtuna

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Tað líktist einum tryggum og sannførandi sigri til KÍ fyrstu 83 minuttirnar, tá KÍ førdi 2-0, men so vendist alt og í 98. minutti javnaði Daniel Obbekjær fyri NSÍ.

KÍ spældi ein frálíkan dyst fyrstu 83 minuttirnar. Í fyrra hálvleiki manglaðu kanska málmøguleikarnir, men teir komu í seinna hálvleiki, tá Filip Brattbakk og Páll A. Klettskarð skoraðu. Báðar ferðir átti Árni Frederiksberg innleggini. NSÍ hevði stórt sæð ikki hótt KÍ yvirhøvur, men tá KÍ-verjan kom í ójavnvág og misti bóltin í 83. minutti, so revsaði Petur Knudsen við flottum skoti. Og í næstsíðsta minutti av yvirtíðini javnaði NSÍ og aftur her var verjuspælið hjá KÍ vánaligt. KÍ fekk ikki ruddað bóltin út av vøllinum, meðan Daniel Obbekjær, sum helst er vandamiklasti leikarin í deildini í innleggum, var farin fram og hann skallaði bóltin í málið til úrslitið 2-2, tá innleggið kom.

Ein snópisligur endi uppá dystin hjá KÍ, sum kann fara at vísa seg at verða avgerandi í FM-stríðnum, tí hetta málið ger, at at NSÍ liggur á odda í deildini heldur enn KÍ. KÍ spældi ein frálíkan dyst fyrstu 83 minuttirnar, men vánaligt verjuspæl restina av dystinum bleiv hart revsað av oddaliðnum.