Klaksvíkar sløkkilið hevur í mong ár tikið lut í vatnkrígnum, sum altíð er fríggjakvøldið áðrenn sjómannadagin. Umframt hetta, so hevur sløkkiliðið steikt eini 300 búffar á hvørjum ári.
Eg spurdi Finn Hansen, tilbúgvingarleiðara, hvussu alt hetta byrjaði. Hann sigur, at Føroya sjómannadagur setti seg í samband við Klaksvíkar sløkkilið fyri nógvum árum síðan, og síðani tá hevur hetta verið siðvenja.
Vikuskiftið áðrenn sjómannadagin, setur Føroya sjómannadagur seg vanliga í samband við okkum. Tey seinnu árini hevur hetta verið Eyðstein Poulsen, nevndarformaður. Tá ið hann formelt hevur biðið okkum farið í gongd við hetta tiltak, fara vit á sløkkiliðnum til verka.
Búffar og alt tilhoyrið skal skaffast, umframt øll amboð, grillir o.a., sum vit skulu nýta, skulu fáast til vega. Alt sum verður útvegað til tiltakið, verður stuðlað av Føroya sjómannadegi. Vit fyrireika matin kvøldið fyri. Búffarnir verða tilgjørdir, kryddraðir og lagdir á køl. Fríggjadagin um middagsleitið seta vit borð og stólar upp, og grillirnar verða settar til.

Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari.
Sløkkiliðsmenn koma eisini aðrastaðni frá
Seinnapartin fríggjadag møta sløkkiliðsmenninir á brandstøðini. Teir koma úr nógum pørtum av landinum, hetta er sera hugnaligt. Áðrenn vatnkríggið verður skotið í gongd, plaga vit at fáa eitt gott prát og drekka ein kaffimunn saman.
Síðani verða sløkkiliðsbilarnir gjørdir klárir, og farið verður út á vestaru bryggju. Klárt er nú at fara í vatnkríggj.
Ein serligur stemingur er á monnum, teir eru allir spentir, og væl dámar teimum at stuttleika sær. Dúgliga verður spulað úr sløkkiliðsbilunum, og rokilsi stendur frá. Hetta er dagur í viku.
Hóast sløkkiliðsmenn hugna sær, og hava tað stuttlig, tá ið teir eru í vatnkríggi, so er hetta eisini ein góð venjing, tí her vera bilarnir pressaðir 100 %, og tað skulu teir eisini halda til, leggur Finn Hansen afturat.

Tá ið vatnkríggið er komið at enda, verður riggað av, og síðani gongur leiðin yvir á brandstøðina. Tá eru búffarnir oftast klárir.
Tað koma nógv fólk. Umframt sløkkiliðsmenninar, sum hava verið í vatnkrígnum, so koma tey ið standa fyri sjómannadegnum, manningar á skipunum og bátum, ið hava verið í vatnkrígnum. Eisini koma manningar á skipunum hjá Vørn og donsku marinuni at fáa sær ein bita.
Henda løtan er altíð serstøk og hugnalig. Tað verður latið væl at matinum, og hýrurin á fólki er góður. Sjálvur haldi eg, at hetta er sera stuttligt at vera ein partur av, sigur Finn Hansen tilbúgvingarleiðari at enda.
Allar myndir: Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro













