Nakað yvir klokkan 13 í dag hendi eitt ferðsluóhapp á Gøtueiði.
Tveir bilar stoyttu saman.
Ein ungur maður var í eina bilinum og ein eldri kvinna úr Amerika var í hinum bilinum.
Norðlýsið hevur tosað við eitt eygnavitni og fingið upplýst, at talan var ikki um fólkaskaða.

