Løgtingsfólk úr Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva
kommununum heimild at avmarka stutttíðarleigu av bústøðum.
Endamálið er at fáa fleiri bústaðir út á fasta leigumarknaðin. Tað er eitt gott endamál.
Men eitt gott endamál ger ikki av sær sjálvum eitt lógaruppskot gott.
Áðrenn vit velja amboðið, eiga vit at vita, hvør trupulleikin er – og hvønn vit raka.
Vita vit, hvønn vit raka?
Í 2024 vóru góð 1.200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Knøpp 660 vóru bert tøk av og
á, og fastbúgvandi fólk vóru skrásett á adressunum. Hini 541 vóru tøk meginpartin av tíðini,
og eingin var skrásettur at búgva á adressunum.
Men tølini vísa ikki, hvussu nógv av teimum 541 eru summarhús og frítíðarbústaðir, hvussu
nógv verða rikin sum vinnuligt gistingarvirksemi, og hvussu nógv veruliga kundu komið út á
fasta leigumarknaðin.
At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur.
Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl fram. Tað verður ikki viðgjørt, hvussu leigumálini býta
seg millum summarhús, frítíðarbústaðir, vanligar bústaðir og vinnuligt gistingarvirksemi.
Heldur ikki verður mett um, hvussu nógv veruliga kunnu væntast at koma út á fasta
leigumarknaðin.
Vinnuligt gistingarvirksemi eigur ikki at verða avmarkað við einum dagamarki, tá tað ikki
er skjalfest, at hetta fer at útvega fleiri leigubústaðir.
Framsókn: Vinnuligt frælsi – men ikki her?
Framsókn sigur í sínum vinnupolitikki, at „vinnulívið skapar búskaparliga grundarlagið
undir samfelagnum“, og at vinnan skal vera burðardygg og fjølbroytt.
Nakrar føroyskar fyritøkur hava gjøgnum árini bygt upp vinnuligt gistingarvirksemi við
íbúðum. Tær hava gjørt íløgur, tikið váða og rikið virksemi eftir galdandi reglum.
Nú er Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at
seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett.
Tað merkir, at tað ikki bara verður regulerað, hvussu vinnan skal rekast, men hvussu stóran
part av árinum hon yvirhøvur kann reka.
Hvussu samsvarar tað við liberalu grundsjónarmiðini hjá Framsókn um vinnuligt frælsi
og eina fjølbroytta privata vinnu?Tjóðveldi: Hvat hendi við íverksetanini?
Tjóðveldi sigur seg vilja føra ein virknan ferðavinnupolitikk og gera tað einfaldari at reka
smærri handils- og tænastufyritøkur.
Men tað eru júst smáar fyritøkur og íverksetarar, sum hava sæð ein møguleika í vaksandi
ferðavinnuni og ment eitt alternativ til siðbundnu hotellini: vinnuligt gistingarvirksemi í
íbúðum.
Nú kann grundarlagið undir hesum virksemi verða munandi avmarkað við einum
kommunalum dagamarki.
Er hetta veruliga tann íverksetan, sum Tjóðveldi vil stimbra?
Skulu hotellini hava framíhjárætt?
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður víst á, at hotell og annað gistingarvirksemi ikki
virka undir somu treytum.
Men hvørjar ítøkiligar treytir er talan um – og hví er eitt dagamark rætta svarið?
Um hotell hava strangari krøv til eitt nú brunatrygd, heilsuviðurskifti ella skráseting, ber til at
seta samsvarandi og lutfalslig krøv til vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum.
Tað er regulering av kappingartreytunum.
Eitt dagamark er nakað annað.
Tað sigur ikki: Tit skulu lúka somu krøv.
Tað sigur: Tit sleppa bara at reka vinnuna ein part av árinum.
Varð sama meginregla nýtt fyri hotell, kundi eitt hotell framvegis havt loyvi at reka hotell,
men bert havt gestir 90 dagar um árið. Tað hevði ikki bara regulerað treytirnar fyri
rakstrinum, men avmarkað sjálvt rakstrargrundarlagið.
Hví skal eitt slag av vinnuligum gistingarvirksemi kunna rekast alt árið, meðan eitt annað
kann verða lagt undir dagamark?
Um trupulleikin er ójøvn krøv, er tann natúrliga loysnin at hyggja at krøvunum – ikki at
avmarka kappingarneytan.
Hvat gera Norðurlondini?
Danmark: Dagamørkini á 30, 70 og upp í 100 dagar eru knýtt at útleigu av egnum
heilársbústaði. Lógin sigur, at talan er um fasta ogn, sum er heilársbústaður hjá eigaranum
ella brúkaranum. Hesi dagamørkini eru sostatt ikki eitt alment dagamark fyri vinnuligt
gistingarvirksemi við íbúðum.
Ísland: 90-daga markið er knýtt at privatari útleigu í bústaðnum, har útleigarin hevur sín
fasta bústað, og undir ávísum treytum í einari aðrari ogn uttan fyri tættbygt øki, sumviðkomandi eigur. Vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum til stutttíðarleigu verður regulerað
eftir øðrum reglum, millum annað við krøvum um rakstrarloyvi.
Noreg: Fyri stutttíðarútleigu av íbúð í einum eigarafelagi er lógarásetta markið 90 dagar um
árið. Eigarafelagið kann tó við 2/3-meiriluta áseta eitt annað mark millum 60 og 120 dagar.
Svøríki: Einki landsumfatandi dagamark er ásett fyri stutttíðarleigu. Útleiga verður í staðin
regulerað eftir øðrum reglum, millum annað eftir bústaðarslagi og nýtslu.
Samanberingin vísir, at Danmark, Ísland og Svøríki ikki hava eitt alment dagamark fyri
vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum av tí slagnum, sum føroyska uppskotið gevur
kommununum heimild at seta. Noreg hevur tó ásett dagamark fyri stutttíðarútleigu av
íbúðum í eigarafeløgum.
Føroyar kunnu sjálvandi velja sín egna leist. Men tá eigur spurningurin at verða svaraður:
Hví júst henda loysnin – og hvør føroysk greining vísir, at hon rakar rætta trupulleikan?
Ein bóking er ikki tað sama sum ein íløga
Lógaruppskotið viðurkennir sjálvt, at eitt dagamark kann hava neiligar fíggjarligar
avleiðingar fyri persónar og fyritøkur, sum hava gjørt íløgur við stutttíðarleigu fyri eyga.
Kortini kunnu kommunalar reglur koma í gildi seks mánaðir eftir, at tær eru samtyktar – við tí
grundgeving, at nógv stutttíðarleigumál verða bókað væl frammanundan.
Men seks mánaðir verja bókingar – ikki íløgur, sum eru gjørdar við langtíðarrakstri fyri eyga.
Fyritøkur kunnu hava keypt ognir, tikið lán og gjørt stórar íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí
eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri
ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð.
Tað snýr seg ikki um at sleppa undan regulering, men um rættartrygd og um at kunna líta
á karmarnar, sum virksemið er bygt á.
Hvussu lágt kann dagamarkið setast?
Lógaruppskotið ásetur ikki sjálvt eitt dagamark, men gevur kommununum heimild at gera
tað. Sambært serligu viðmerkingunum til § 2 er einki niðara mark.
Tað ger stóran mun, um eitt lógligt vinnuligt gistingarvirksemi kann rekast 200, 90, 30 ella 10
dagar um árið.
Jú størri inntrivið er, tess størri gerast spurningarnir um rættartrygd, ognarvernd,
skiftisreglur og møguligt endurgjald.
Tað eigur at verða lýst, áðrenn heimildin verður latin – ikki aftan á, tá ein kommuna hevur
brúkt hana.Fyrst diagnosan – síðani viðgerðin
Hetta er ikki ein grundgeving ímóti at regulera stutttíðarleigu. Men skal reguleringin virka,
má hon raka rætt.
Um trupulleikin er, at bústaðir, sum annars høvdu verið langtíðarleigaðir, verða fluttir til
stutttíðarleigu, eigur reguleringin at raka júst teir bústaðirnar.
Men fyrst mugu vit vita, hvørjir teir eru, og hvussu nógv teir veruliga merkja fyri
bústaðarmarknaðin.
Annars kunnu vit enda við at skurðviðgera tað fríska knæið, meðan trupulleikin í sjúka
knænum verður verandi.
Og vit kunnu fáa allar vansarnar av einari víðfevndari regulering – uttan at fáa teir
leigubústaðirnar, sum vóru endamálið.
Framsókn sigur, at vinnan skal vera burðardygg og fjølbroytt. Tjóðveldi sigur seg vilja føra
ein virknan ferðavinnupolitikk og gera tað einfaldari at reka smærri handils- og
tænastufyritøkur.
Men vinnupolitikkur verður ikki máldur eftir tí, sum stendur í stevnuskránni. Hann verður
máldur eftir teimum lógum, tú leggur fyri Løgtingið.
Áðrenn ein so víðfevnd heimild verður latin kommununum, eiga Tjóðveldi og Framsókn tí at
kunna svara greitt:
1. 2. 3. 4. Hvussu nógvir av teimum bústøðum, sum kunnu verða raktir av einum
dagamarki, høvdu annars verið á fasta leigumarknaðinum – og hvussu nógvir
væntast veruliga at koma út á marknaðin eftir eitt dagamark?
Hvørjar avleiðingar væntast eitt dagamark at hava fyri ferðavinnu, vinnuligt
gistingarvirksemi, íløgur og ognarvirði – og á hvørjum grundarlagi eru tær
mettar?
Hvørjar ítøkiligar ójavnar kappingartreytir millum hotell og vinnuligt
gistingarvirksemi við íbúðum skal uppskotið rætta – og hví verða sjálvar
kappingartreytirnar ikki reguleraðar í staðin?
Hvussu verður rættartrygdin hjá fyritøkum vard, sum í nógv ár hava rikið
lógligt gistingarvirksemi og gjørt íløgur í áliti á galdandi reglur?
Góð regulering byrjar ikki við viðgerðini. Hon byrjar við røttu diagnosuni.