Berlingske skrivar í morgun um eina australska loysn, har smá battarí í húsum og fyritøkum lætta um trýstið á elnetið.
Hugsanin er einføld. Battaríini verða lødd, tá nógvur og bíligur streymur er tøkur. Orkan verður síðan brúkt, tá nýtslan er stór og streymurin dýrari.
Fyri einstaka kundan merkir tað lægri elrokning og størri ræði á egnari nýtslu. Fyri elskipanina merkir tað, at álagið verður javnari, og at tørvurin á dýrum útbyggingum kann minkast.
Í Australia eru nú fleiri enn 500.000 heimabattarí sett upp undir einari skipan, sum skal gera battaríini bíligari hjá húsarhaldum og smáum vinnufyritøkum. Sambært australsku myndugleikunum hava battaríini longu minkað um kvøldarliga toppnýtsluna og trýst elprísin niður – eisini hjá teimum, sum hvørki hava sólorku ella battarí.
Tað áhugaverda er tí ikki bara sjálvt battaríið. Tað er hátturin, skipanin er løgd til rættis.
Húsarhald og fyritøkur gera íløgurnar. Privatar fyritøkur kappast um at selja, seta upp og stýra loysnunum. Myndugleikarnir seta reglurnar og ansa eftir, at skipanin er trygg.
Kundin er ikki longur bara ein passivur móttakari av streymi. Kundin verður partur av loysnini.
Viðkomandi fyri Føroyar
Hetta er serliga áhugavert í Føroyum.
Vit hava eina lítla og avbyrgda elskipan. Samstundis fáa vit fleiri hitapumpur, fleiri elbilar og størri part av vind- og sólorku. Tað setur nýggj krøv til bæði framleiðslu og elnet.
Vanliga svarið hevur verið at byggja størri verk, fleiri kaðlar og sterkari koplingsstøðir. Tað verður framvegis neyðugt. Men tað er ikki altíð bíligasta svarið.
Ofta er tað bíligari at flyta nýtsluna nakrar tímar enn at byggja alla skipanina út til tann einstaka tíman, tá álagið er størst.
Eitt heimabattarí kann løðast, tá nógv vindorka er tøk, og brúka orkuna seinni. Ein elbilur kann løðast um náttina ella tá framleiðslan er stór. Køli- og hitaskipanir hjá vinnuni kunnu í ávísan mun stýrast eftir, nær elskipanin hevur mest orku tøka.
Ein einstøk eind ger lítlan mun. Men túsund battarí, elbilar og hitaskipanir, sum verða stýrd saman, kunnu gerast ein týðandi partur av elskipanini.
Tøknin er longu til. Spurningurin er, um okkara skipan gevur kundum og fyritøkum veruligan møguleika at brúka hana.
Kapping um loysnirnar
Skal kundin fáa ágóðan, mugu ymiskir veitarar sleppa at bjóða loysnir.
Ein fyritøka kann bjóða heimabattarí við mánaðargjaldi. Ein onnur kann bjóða bíliga løðing av elbilinum, tá trýstið á netið er lítið. Ein triðja kann savna nýtsluna hjá fleiri vinnufyritøkum og selja fleksibilitet aftur til elskipanina.
Tá fleiri kappast um kundan, verður trýst á prísin. Veitararnir noyðast at menna betri loysnir og veita betri tænastu. Um kundin ikki fær nóg mikið fyri pengarnar, kann hann velja ein annan.
Hetta krevur greiðar reglur, javnbjóðis atgongd til elnetið og gjøgnumskygni í prísunum. Elnetið er kritiskt undirstøðukervi og skal tí altíð vera undir sterkum eftirliti. Men eftirlit merkir ikki, at allar íløgur, allar tænastur og allar avgerðir mugu savnast á einum stað.
Hugsanin er heldur ikki ókend í Føroyum. Ein kanning, sum Dansk Energi gjørdi fyri SEV, mælti longu í 2019 til, at elnetið og elframleiðslan verða skild sundur, og at nýggj framleiðsla verður boðin út í kapping. Samstundis skal ein sterkur og óheftur netpartur tryggja veitingartrygdina.
Tað er ein skilagóð javnvág.
Tað almenna skal seta krøvini, verja kundan og tryggja, at streymurin altíð er tøkur. Men tað nýtist ikki sjálvt at eiga og reka hvørja loysn.
Royndirnar úr Australia vísa, at tá kundar og privatar fyritøkur sleppa framat, kunnu íløgur gerast skjótari, nýggjar loysnir koma fram og trýstið á elnetið minkar.
Endamálið má ikki vera at varðveita eina ávísa skipan, bara tí vit kenna hana. Endamálið má vera tryggari veiting, skjótari menning og lægri kostnaður hjá kundanum.
