Tað eru 15 ár síðani, at teir spældu saman, men á ársins sjómannadegi kann man aftur uppliva klaksvíkingarnar seta lív í fjøldina, meðan teir eru lið um lið.
Urbanus Olsen og Andru Poulsen plagdu at gera sítt til, fyri at tað kókaði í ymiskum klubbum og til millum annað stór hallartiltøk.
Teir sendu live saman einaferð undir koronufarsóttini, tá nógv fylgdu við. Men teir hava ikki verið á palli saman síðani 2011. Heldur hava vit sæð teir í videobrotum DJ’a á nátturustøðum sum Kallinum og umborð á Stakkavík.
Um vikuskiftið verður skiparin á Stakkavík á pallinum á sjálvum sjómannadegnum – nú sum DJ Andru. Saman við honum verður Urbanus, sum eisini spældi á G! Festivalinum fyrr í ár. Hetta verður á Stóra Palli kl. 19.00
Harumframt fara teir báðir at DJ’a á økinum.
Saman kunnu teir nakað serstakt, og fara Andru og Urbanus at borðreiða við house og deep house tónleiki í sínum heimstaði.
Hetta verður stórt!

