Í næstum verður farið undir arbeiðið at umvæla tekjuna á sløkkiliðsstøðini í Klaksvík. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt síðst í september. Tað er Býli, sum skal gera arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.
Í sambandi við arbeiðið at skifta tekjuna verður koyrileiðin millum sløkkiliðsstøðina og FK stongd í byggitíðini. Somuleiðis verða parkeringsplássini á suðursíðuni av sløkkiliðsstøðini ikki tøk.
Prísurin á arbeiðinum er 722.500 kr, og fer arbeiðið ætlandi í gongd í komandi viku.