Ein nýggj útrokning frá danska Fíggjarmálaráðnum vísir, at fólk við donskum uppruna kunnu fara úr at vera 83,2 prosent av fólkatalinum í Danmark í dag niður í 68,9 prosent í ár 2100.
Samstundis veksur parturin av bæði vesturlendskum og ikki-vesturlendskum innflytarum og eftirkomarum. Í scenariinum hjá Fíggjarmálaráðnum fara ikki-vesturlendskir innflytarar úr 7,7 prosentum í 2030 upp í 10,9 prosent í 2100, meðan eftirkomararnir fara úr 3,4 upp í 6,8 prosent.
Tølini eru tó ikki ein beinleiðis fólkatalsprognosa, men ein langtíðarútrokning, sum vísir, hvussu fólkasamansetingin kann broytast, um ávísar fortreytir halda sær.
Útrokningin hevur longu sett ferð á kjakið í Danmark um innflyting, integratión og framtíðar fólkasamanseting – eitt kjak, sum eisini er áhugavert fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar, har fólkatal og tilflyting hava stóran týdning fyri framtíðar arbeiðsmegi og fólkasamanseting.
