Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stór samanlegging í uppsjóvarvinnuni góðkend

Jóhann Lützen

Kappingareftirlitið hevur góðkent, at Sp/f Gráastein, Sp/f Ango og Sp/f 07.05.2026 leggja feløgini saman og framyvir reka uppsjóvarvirksemið í felag.

Øll trý feløgini hava virksemi innan uppsjóvarvinnuna. Gráastein rekur Biritu, TN 132, meðan Ango rekur Ango, TG 752. Sp/f 07.05.2026 er stovnað í sambandi við eina kloyving av P/f Kinnfelli.

Feløgini meta, at tað er meira lønsamt at reka uppsjóvarfiskirættindini saman og hava tí ynskt at leggja virksemið saman.

Kappingareftirlitið hevur kannað samanleggingina og metir ikki, at hon fer at forða fyri virknari kapping á marknaðinum. Tí er samanleggingin góðkend.

Avgerðin hjá Kappingareftirlitinum kann lesast her.