Í dag klokkan 16.30 verður almenn móttøka fyri Logos Hope í Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum verður hildið í sambandi við vitjanina.
Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi og køku til tey vaksnu, og okkurt gott verður eisini til børnini. Klaksvíkar Hornorkestur luttekur og fer at seta sín dám á løtuna.
Klokkan 17.00 fer barnakórið á Skúlatrøð at syngja, og eftir framførsluna verða røður hildnar. Beinir Johannesen, løgmaður, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fara báðir at bera fram heilsanir.
Frá klokkan 17.30 verður opið fyri almenninginum umborð á Logos Hope. Her fáa gestir høvi at uppliva skipið, vitja stóru flótandi bókasøluna. Logos hope verður liggjandi í Klaksvík til sunnudagin 6. september.
Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.