Tað var fult í tráð við leikgongdina, at Víkingur vann løgmanssteypið.
Tey sum hava sæð KÍ allar dystirnar í ár kundu ímyndað sær longu undan dystinum, at hetta fór at blíva ein torfør finala fyri KÍ. Tað vísir søgan í ár, tí KÍ hevur sett stig til móti øllum liðunum í deildini uttan tí aftasta, sum er B68. Og serliga gongdin síðstu mánaðirnar hevur verið tung hjá KÍ.
Og torført bleiv tað, tí eftir eina góða byrjan uppá dystin, tó uttan at skapa málmøguleikar, so setti Víkingur seg á dystin um miðjan fyrra hálvleik og skuldi hava verið á odda í hálvleikinum, har ein skeiv dømd rangstøða eisini hjálpti KÍ.
KÍ byrjaði betri í seinna hálvleiki og kundi havt skorað, men so tók Víkingur yvir aftur og tá glapp tvær ferðir uppá deyðbóltsstøður. Tað var ikki fyrr enn síðstu løtuna, tá KÍ oysti alt fram, at møguleikar komu, men tá var longu 2-0, og tí skuldi meir enn eitt mál til.
2-0 var ein uppiborin sigur til Víking. KÍ hevur havt støðuga vánaliga gongd 10 teir síðstu dystirnar í heimligu kappingunum. Gongdin tykist ikki hava nakra vend í væntu, tí leikararnir síggja út til at spæla uttan orku og spæligleði. Skal KÍ spæla við um FM til tað síðsta, so skal nakað kollveltandi broytast ímun til avrikið í finaluni um løgmanssteypið og annars stóran part av kappingarárinum í ár.

















































































