Eftir at hava starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í gott 40 ár hevur Regin Meyer Olsen, leiðari fyri maskin- og tekniskudeild, valt at fara frá. Gjøgnum hesi mongu árini hevur hann við stórum trúfesti og fakligum førleika verið ein týðandi partur av rakstrinum á sjúkrahúsinum.
Klaksvíkar Sjúkrahús vil við hesum takka Regini fyri trúgvu tænastu øll hesi árini