Í kvøld verður finalan um løgmanssteypið.
Umframt eitt steyp so stendur mest sannlíkt eisini eitt pláss í 2. umfari í Conference League uppá spæl. Bæði liðini hava havt sínar avbjóðingar við at vunnið dystir síðstu tíðina, so tey eru uttan iva svong eftir at vinna løgmanssteypið.
Hjá KÍ er ivamál um Gaston Tellechea, sum ikki var í hópinum seinast vegna skaða. Hjá Víkingi er Aron Benjaminsen seldur síðani seinasta dyst.
Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 19.00. Dómari verður Heini Z. R. Viðoy.
