Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Snorri Brend skrivar bók um Mikladals kirkju

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Snorri Brend, sum er havnamaður, men búðsetandi á Viðareiði, skrivar í løtuni bók um Mikladals kirkju. Hann sigur, at bókin verður í sølubúðunum í novembur mánaði í ár, og at bókin er umleið 250 síður. Rithøvundurin sigur, at í bókini er nógv spennandi og eisini ókent tilfar.

Snorri Brend gav mær loyvi til at leggja eitt brot úr bókini um Mikladals kirkju út á Norðlýsið.

Brotið er skrivað út frá eini samrøðu, sum rithøvundurin hevði við Mikkjal Olsen úr Mikladali. Samrøðan varð gjørd í august mánaði 2025. Mikkjal las og góðkendi tað, ið Snorri hevði skrivað, men hann slapp tíverri ikki at lesa hetta á prenti í bókini. Mikudagin tann 27. mai 2026 andaðist Mikkjal Olsen brádliga í heimi sínum í Mikladali.

Brot úr bókini, Mikladals kirkja – samrøða við Mikkal Olsen, sála

Tað hendi heldur knappliga, tá eg var biðin sum klokkari. Men mítt svar var rættiliga sjálvsagt, sigur Mikkjal Olsen. – Eg kenni kirkjuna eins væl og míni egnu hús.

-Hetta var á heysti 2024, beint eftir at heystfjøllini vóru gingin. Verandi klokkari, Dánjal Eliassen hevði meitt sær økslina og bleiv síðani sjúkrameldaður. Hetta førdi við sær, at hann ikki kundi røkja tænastuna sum klokkari í eina tíð.

Tey í Mikladali vóru tó í mangar mátar heppin, nú annar klokkari skuldi finnast. Ikki allastaðni man tað vera so einfalt sum her at finna nýggjan klokkara – ella sagt við øðrum orðum: Tað kundi næstan bara blíva hann, altso Mikkjal Olsen. – Eg segði sjálvandi ja. Og hví skuldi eg ikki tað? Eg kenni hesa kirkjuna næstan líka so væl sum míni egnu hús. Tú sært tey har, Uppi í Tungu, sum vit siga, beint oman fyri kirkjuna, sigur hann brosandi.

Mikkjal stóð nú heldur ikki á berum, tá hann skuldi ringja fyrstu ferð. Tá hann var yngri, lærdi mammubeiggin, Heini Glerfoss, hann at ringja í kirkjuni, helst við tí í hyggju, at tænastan skuldi halda fram í familjuni. – Hjá mær er tað so, at eg fari allíkavæl oman í kirkjuna. Eg skal kortini ongastaðni ein sunnudag, so hetta fer ikki avstað við nakrari tíð hjá mær, leggur hann smílandi aftrat.

Klokkarar ringja so ymiskt

Við allar kirkjur er tað so, at tann einstaki kirkjutænarin hevur sína uppgávu at røkja undir gudstænastuni, og onkuntíð eisini millum gudstænasturnar ella áðrenn. Ein av uppgávunum hjá klokkaranum í Mikladali er at tendra ljósini á altarinum áðrenn gudstænastuna og til dømis at skumpa kava um veturin, tá tað er neyðugt. – Men okkara kirkja er í mangar mátar í eini serstøðu, tí her er ein, sum ger so nógv, fyri ikki at siga alt fyri kirkjuna. Tað er Dánjal. – Ja, hann tekur sær so væl av kirkjuni, sum var hon hansara annað heim. Hann er óførur, slær Mikkjal fast…..

Eitt sindur um yrkisleiðina hjá rithøvundanum

Snorri Brend hevur í umleið 25 ár starvast sum journalistur í ymiskum miðlum – í privatari útvarpsrás, bløðum, portalum (m.a. heimasíðuni hjá fólkakirkjuni) og kristnum miðlum. Umframt hetta, so hevur hann verið virkin í kirkjuligum arbeiði nærum alt sítt lív.

Snorri Brend hevur higartil skrivað fýra bøkur: – í oktober 1999 gav hann biografiska verkið út um Kaju Nemuel úr Rituvík.

– Í 2016 skrivaði hann ta ótradisjonellu og forvitnisligu bygdasøguna um Norðdepil, sum hetta árið fylti 150 ár.

 – Í 2021 kom bók út, har hann hevði samrøður við 24 ymisk fólk, sum umboðaðu øll limafeløgini í MEGD. Í bókini greiða tey frá sínum breki, sum tarnar tey í gerandisdegnum.  

 – Í 2024 skrivaði Snorri Brend bókina um Hvannasunds kirkju, sum tá fylti 75 ár, og í novembur í ár kemur bókin um Mikladals kirkju út.

Rithøvundurin – sum hevur nógv jørn í eldinum, hevur ætlanir um, eftir at bókin um Mikladals kirkju er komin út, at arbeiða við tilfari til tvær ymiskar og nýskapandi bøkur. Hesar bøkur taka upp evni, ið annaðhvørt hava verið tagd burtur ella ikki eru umrødd.