Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaðurin á fundarferð í Nuuk

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, er staddur í Nuuk, har hann luttekur á fundi í samstarvsráðnum millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Í sambandi við ferðina hevur landsstýrismaðurin eisini havt fleiri aðrar fundir við politiskar samstarvsfelagar. Í gjár hitti hann danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, har teir umrøddu uttanríkispolitisk mál av felags áhuga og høvdu sínámillum kunning um aktuell mál.

Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við uttanlandsnevndirnar í Løgtinginum, Inatsisartut og Fólkatinginum, har hann kunnaði um føroysk uttanríkisviðurskifti og sjónarmið. Eisini hevur hann havt fund við verjunevndina í bretska tinginum, har serligur dentur varð lagdur á verju- og trygdarpolitisk viðurskifti, umframt samstarvið við Bretland.