Nú venjaraskiftið er, so hava vit hugt eftir hagtølunum fyri mál og upplegg hjá álopskendu KÍ-leikarunum umframt bakkunum. Ein av stóru trupulleikunum hjá KÍ í ár hevur verið, at liðið skorar ov fá mál.
Árni Frederiksberg hevur havt eitt gott kappingarár í málstigum (23). Harav eru trý brotsspørk. Síðani koma Páll A. Klettskarð (11) og so Filip Brattbakk (8). Aftaná hesar, so er tað bara vinstri bakkurin Daniel Johansen, sum hevur fleiri enn trý málstig fyrstu 21 umførini í landskappingini.

