Í morgin, 12. september verður Team Klaksvík 20 ár.
Í tí sambandi ynskja vit at bjóða tykkum øllum í føðingardag ![]()
![]()
Stórt hoppiland verður í Badmintonhøllini frá 14:30 til 17:30 – ÓKEYPIS ATGONGD
Har verður poppkorn, greytís, hotdog og mangt annað til keyps.
Á føðingardegnum spælir Burn ársins fyrsta heimadyst klokkan 18:00. Dysturin er ímóti Neistanum, og verður tað ókeypis atgongd til dystin ![]()
![]()
Kom í føðingardag og hoppa í øllum hoppiborgunum frá Hoppa nú, sum tit kenna frá Silvalandi ![]()
![]()
![]()

