Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kom í 20 ára føðingardag hjá Team Klaksvík!

Jóhann Lützen

Í morgin, 12. september verður Team Klaksvík 20 ár.

Í tí sambandi ynskja vit at bjóða tykkum øllum í føðingardag 🖤🤍

Stórt hoppiland verður í Badmintonhøllini frá 14:30 til 17:30 – ÓKEYPIS ATGONGD

Har verður poppkorn, greytís, hotdog og mangt annað til keyps.

Á føðingardegnum spælir Burn ársins fyrsta heimadyst klokkan 18:00. Dysturin er ímóti Neistanum, og verður tað ókeypis atgongd til dystin 🖤🤍

Kom í føðingardag og hoppa í øllum hoppiborgunum frá Hoppa nú, sum tit kenna frá Silvalandi 🥳🎈🎊