Vit hava hugt eftir, hvussu stór afturgongdin í tølum er hjá KÍ í landskappingini samanborið við undanfarnu ár.
Vit hava hugt aftur til og við 2015, sum var árið, tá KÍ skifti kós og fór at fáa fleiri og fleiri leikarar uttanífrá.
KÍ hevur eftur 21 umfør, nú eftir at Magnus Powell hevur havt sín síðsta dyst í KÍ, 41 stig og málmunin 42-19. Hagtølini fyri deyðbóltsmál eru 15-6 og í opnum spæli 27-13. 34 gul kort og 3 reyð kort.
Umrokna vit tað til 27 umfør, so gevur tað 53 stig, málmunin 54-24, deyðbóltsmál 19-8 og mál í spæli 35-17. Tað hevur 44 gul kort og 4 reyð kort.
Fyri 2026 eru tølini umroknað til 27 umfør. KÍ hevur í síðsta triðingi spælt móti AB á útivølli (nr. 6), NSÍ á heimavølli (nr. 1) og EB/Streymi (nr. 8) á heimavølli í síðsta triðingi.
Sum sæst á yvirlitinum, so er afturgongdin á næstan øllum økjum stór. Stigatalið verður heilt vist tað lægsta síðani í minsta lagi 2018. Skorað mál liggja til somuleiðis tað vánaligasta síðani 2018. Mál ímóti er tað vánaligasta síðani 2020. Skoraå deyðbóltsmál er tað vánaligasta síðani 2018, meðan mál inn uppá deyðbóltsstøður er tað vánaligasta síðani 2020. Mál í spæli er í álopspartinum tað vánaligasta síðani 2019 og í verjupartinum síðani 2015. Í gulum kortum er tað eitt miðal ár, meðan tað í reyðum kortum bara einaferð eru komin fleiri.

