Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Helst avgerandi dystur í toppstríðunum sunnudagin

Jógvan Skorheim

Kvinnurnar liggja nummar 1 í løtuni, men bert tvey stig skilja KÍ frá HB. Sunnudagin kl. 13.00 tekur KÍ móti HB á heimavølli, í sonnum toppstríðið. Vinnur KÍ verður munurin 5 stig, men tapur KÍ leggur HB seg aftur á odda við einum stigi.

Dysturin sunnudagin fer eisini at geva ábendingar um hvussu sterk liðini eru, nú somu lið skulu møtast í kappingini um løgmanssteypið leygardagin 19. september.

KÍ hevur av sonnum riðið á einari bylgju seinastu tíðina. Seinastu fýra dystirnar hevur KÍ spælt trýggjar ferðir í móti Víkingi og vunnið 2-0, 4-0 og 6-1. Einaferð hava tær møtt HB á Tórsvølli og tá vunnu tær 4-0.

KÍ hevur bara 5 dystir í ovarabólki í endaspælinum. Vinna tær sunnudagin, eru tær 5 stig á odda og hava bert 4 dystir eftir at spæla í landskappingini í ár.

Vónandi síggja vit nógv fólk til dyst sunnudagin kl. 13.00 á Djúpumýru.