2.977 ljós lýstu í gjárkvøldið yvir New York – eitt fyri hvørt menniskja, sum doyði í terrorálopunum 11. september 2001.
Í sambandi við 25 ára dagin fyri 11. september savnaðust ljósini spakuliga og myndaðu Twin Towers í náttini.
Síðani fóru tornini sundur aftur, og 2.977 einstøk ljós stóðu eftir – eitt fyri hvørt lív, sum varð tikið.
Ljóssýningin 2,977 Lights Over New York Harbor er gjørd í samstarvi við avvarðandi, yvirlivandi og bjargingarfólk og er ein nýggj tulking av árligu Tribute in Light-sýningini.
Millum tey, sum vóru við til at skapa verkið, var fyrrverandi FDNY-sløkkiliðsmaðurin Tim Brown, sum vildi heiðra teir 343 sløkkiliðsmenninar, ið doyðu í álopunum.
Eina løtu vóru Twin Towers aftur at síggja yvir New York. Men tað vóru tey 2.977 ljósini, sum vóru veruligi minnisvarðin.
