Eldraráðið í Norðoyggjum hevði mikudagin vitjan av Eldraráðnum í VEKS, og á felagsfundi í Smæruni varð støðan á eldraøkinum umrødd.
Á fundinum varð tosað um ymisk viðkomandi mál á eldraøkinum, og um hvussu støðan hjá teimum eldru kann gerast betri. Eldraráðini hava millum annað til uppgávu at fylgja við, hvørjir tørvir eru á eldraøkinum, og koma við hugskotum til kommunalu myndugleikarnar, VEKS og NBH.
Hóast ráðini ikki vóru fullmannað á fundinum av ymiskum orsøkum, varð sagt, at nógv kom burturúr einum áhugaverdum og gevandi fundi.
Eldraráðið í Norðoyggjum fevnir um Klaksvíkar kommunu og bygdirnar, sum eru lagdar saman við Klaksvík, umframt Kunoyar, Hvannasunds, Viðareiðis og Fugloyar kommunur.
VEKS fevnir um bygdirnar frá Vestmanna og norður til Eiðis.
