Sverri Djurhuus (1920 – 2003) var í Grønlandi við føroyskum fiskifari summarið 1939. Áðrenn hann fór avstað, hevði hann sent inn umsókn at sleppa á handverkaraháskúlan í Haslev, og tá ið hann kom aftur um heystið, var játtandi svar komið.
Men nú vóru umstøðurnar broyttar – annar heimsbardagi var brostin á – og foreldrini ráddu honum frá at fara. Men Sverri hevði tikið støðu, og hana vildi hann ikki broyta. Meðan hann var á skúlanum í Danmark, lupu russar á Finnland – tað sonevnda vetrarkríggið 1939-40.
Á skúlanum varð nógv tosað um hesa hending, og flest allir næmingar hildu við finnum. Teir vóru til reiðar at hjálpa teimum, men treytin var, at teir høvdu útint hertænastu sína. Nakrir fóru avstað, men náddu ikki rættiliga at koma á hermótið, fyrr enn stríðið var av. Sverri segði eitt nú:
”Spurningurin er, um eg ikki eisini hevði farið, hevði eg sloppið, tí eg havi altíð vilja tikið eina avgjørda støðu, tá ið okkurt hendir, sum eg eri ímóti. Og eg haldi, at eg kann siga, at hesin tilburður vigaði ógvuliga tungt, tá ið eg gjørdi av at fara í týska hertænastu.”
Í januar 1941 meldaði Sverri seg inn í Waffen SS og fór sama várið til Týsklands at útbúgva seg til hermann. Har lærdi hann eisini at bera seg at, sum tað sømdi seg røttum SS-manni. Hann skuldi eitt nú reisa seg upp í sporvogni ella toki, tá ið onkur, serliga eldri, hevði tørv á at seta seg.
Okkara vegir møtast
Mong ár seinni kom eg at kenna Sverra, og tá ið bað hann siga mær frá tíðini í Danmark og Týsklandi krígsárini, játtaði hann alt fyri eitt. Hann var tá um áttati ára gamal og var einastur eftir á lívi av føroyingunum, sum høvdu verið í týskari hertænastu.
Lat tað bara vera sagt alt fyri eitt: Sverri var ikki errin av fortíð sínari sum týskur hermaður, men hann svaraði kortini opið og erliga, tá ið fólk spurdu hann um tíðina í Waffen SS, og hví hann fór avstað. Hann læt ongan vera í iva um, at hann hevði gjørt eitt mistak, at kríggj er ræðuligt, og at slíkt mátti ikki henda aftur.
Hetta og so tað, at Sverri var lættur í sinni, áttu sín lut í, at hann fekk langt og gott lív heima í Føroyum, fekk konu og børn, og fortíðin voldi honum ikki trupulleikar av týdningi.
Burtur úr áheitan míni spurdust fleiri samrøður við Sverra, og í 2010 kom so bókin: ”Í Waffen SS – søgan um Sverra Djurhuus.”
Á eystara hermóti
Úr Langenhorn í Týsklandi fór Sverri til Póllands at fáa síðstu hørðu venjingarnar, áðrenn leiðin lá á vígvøllin at berjast móti russum. Hann segði:
”Eg má siga, at í allari mínari óeydnu hevði eg eydnuna við mær. Áðrenn vit fóru á vígvøllin, fór eg at missa málið. Gjørdist hásari og hásari, og at enda hvarv røddin, so eg ikki fekk sagt eitt orð.
Sum rottenführer við 12 monnum undir mær mátti eg hava mál, eg mátti kunna brúka røddina, men av ótta fyri at verða sendur heim, hevði eg ikki vilja farið til lækna. Eg hugsaði sum so, at eg sjálvur hevði komið mær út í hetta, og nú vildi eg ikki renna undan.
Men so fekk eg boð um at fara til lækna. Á lasarettinum hugdu teir niður í hálsin á mær, og har var einki at gera, eg skuldi sendast á sjúkrahús alt fyri eitt.”
Tíðin hjá Sverra á eystara hermóti var av. Hann hevði fingið tuberklar og lá eitt nú á SS-lasaretti í Mölln í Týsklandi. Tá ið hann var útskrivaður, varð hann sendur á eina hermannalegu í Feldbach nærindis Graz í Eysturríki. Har vóru eykadeildir hjá Waffen SS, og har varð hann settur sum postmeistari og sendiboð.
Í mars mánaði 1945 gekk fýra ára sáttmálin við Waffen SS út; Sverri segði Mölln og Týsklandi farvæl og setti kós móti Danmark – móti Ringsted, har hann hevði fólk at vera hjá.
Og hjá hesum fólkum var hann 5. mai 1945, tá ið týskarar góvu seg yvir. Fólk tustu út á gøturnar, men Sverri og tey, hann búði hjá, fóru ikki út. Tey læstu seg inni og fóru at rudda upp og koyra í eldin, alt sum brennast kundi.
Sverri fór undir jørð, men varð loksins tikin og dømdur fyri tíðina í Waffen SS. Tá var sjúkan aftur farin at gera um seg. Hann var aftur í Føroyum til jóla 1946. Um dómin segði Sverri soleiðis:
”Rætturin var settur í sjúkrastovuni, og eg varð dømdur fýra ára fongsul ”og tab af almen tillid for betandig.” Hesa lóg, sum eg var dømdur eftir, hevði fólkatingið samtykt við afturvirkandi megi. Hóast eg fullkomiliga lógliga hevði meldað meg inn í Waffen SS í 1941, varð eg nú dømdur harða fongsulsrevsing fyri somu gerð.”
Her skal viðmerkjast, at dómurin varð seinni settur niður í tvey ár, og tá ið Sverri hevði sitið í 18 mánaðir, slapp hann leysur.