Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósabúðin væl móttikin

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

-Tað hevur verið gott fyri handilin, at vit tóku avgerð um at flyta, og kundarnir hava tikið sera væl ímóti nýggju staðsetingini hjá Kósabúðini. Hetta sigur Joanna Leiti, sum eigur Kósabúðina saman vit tveimum systkjum hjá sær.

Joanna sigur, at hóast tey eiga handilin saman, so er tað hon, sum rekur handilin. Umframt, so hevur hon góð starvsfólk afturat sær.

Tá ið eg spurdi Joannu, hvussu tað kom í lag at flyta handilin, segði hon, at hon og systkini høvdu tosað um hetta í eina tíð. Tey vóru samd um, at tað var tað rætta at gera. Tey hildu, at tað fór at verða gott fyri Kósabúðina at flyta inn í býin. Hetta vísti seg so eisini at verða ein røtt avgerð, sigur Joanna.

Tað frættist, at Vima ætlaði at flyta

-Eg hevði frætt, at Vima fór at flyta handilin hjá sær í onnur høli. Eg setti meg í samband við hana og spurdi hana, hvørjar ætlanir hon hevði við hølunum, men eg fekk at vita, at eingin avgerð enn var tikin um, hvør skuldi húsast har í framtíðini.

-Tá ið Vima nakrar mánaðir seinni ringdi til mín og segði, at vit kundu fáa hølini, ivaðust vit ikki. Skjót avgerð varð tikin um at taka av hesum tilboði.

Valdu at varðveita navnið

-Vit gjørdu av, at vit fóru ikki at skifta navnið. Handilin eitur tí framvegis Kósabúðin, og hesa avgerð eru vit glað fyri.

Kósabúðin lat upp á fyrsta sinni í 1954. Tað var Amaliel Hansen, ið stovnaði og rak handilin.

-Kósabúðin hevur eina drúgva søgu og mong ár á baki, tí hildu vit, at vit áttu at varðveita navnið, sigur Joanna

Í Kósabúðini fáast klæðir til allar málbólkar – yngri sum eldri

Eg spurdi eisini Joannu at enda, um tað er ein serligur málbólkur, sum tey leggja seg eftir at selja klæðir til.

– Vit selja klædnamerkið By Basics til allar málbólkar. Bæði til yngri og eldri damur, og líka niður í barnastødd 62. Umframt, so hava vit eisini By Basics troyggjur til mannfólk at fáa.

By Basics er danskt klædnamerki, sum framleiðir tíðarleys, einføld og ábyrgdarfull klæði úr nátúrligum tilfari sum merinoull, líni og bummull. Hetta merkið er sera væl umtókt, sigur handilseigarin. Umframt By Basics so selur Kósabúðin eisini onnur klædnamerkir t.d. In Wear, LA ROÜGE, Noen, NÜ, REGN, Frandsen og Marc Lauge.

Allar myndir: Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro