Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heystið byrjar av álvara nú Leygardagin !

Jóhann Lützen

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 19. September

Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu.

Leygardagin 19. September verður farið út á Stakkin eftir seyði. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík.

Í ár eru 13 seyðir at taka, 2 veðrar, 4 ær og 7 lomb.  

Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin døgurða til fjallfólkið. Síðan verða 3 seyðir flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola  aftaná uppboðssøluna.

Dagurin endar við almennum dansi í bygdarhúsinum.