Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum verður leygardagin

Jóhann Lützen

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 19. september.


Veðurforsøgn frá Veðurstovu Føroya sigur í løtuni um veðrið leygardagin: Fyrrapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið. Um kvøldið frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og sum frálíður regn. Hitin 8 til 11 stig.

Bátarnir loysa um áttatíðina og skulu verða aftur klokkan 17. Luttakararnir fáa góða heita suppu, tá teir hava avreitt, og síðani verður steypahandan til vinnararnar.

Kunning og treytir

  • Tað einki aldursmark.
  • Í minsta tveir persónar skulu vera við hvørjum báti.
  • Tað er ókeypis at luttaka.
  • Seiður og kongafiskur telur ikki við í kappingini.
  • Tað er ikki loyvt at fiska framvið aliringum.
  • Mynstring til kappingina fer fram á Varpabrúnni frá klokkan kl. 7.30. 
  • Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17.00. 
  • Veiðan løgd upp við NFCS.
  • Vinnarar eru teir bátar, ið hava fiska mest kg pr. persón.
  • Størsti fiskur er longsti fiskur í cm.

Góðir vinningar

Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir latnir:

Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK)

Størsti fiskur (í longd): Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK)

Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, ið ikki gerast millum vinnararnar – Vinningur: Ein gávukekkur á 2.000 kr. (JFK)

Inntøkan av søluni fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Dragin.